Hallur Hansson aftur á landsliðnum: - skulu skapa okkurt serligt

Hallur Hansson aftur á landsliðnum: - skulu skapa okkurt serligt
Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, hevur ikki spælt landsliðsfótbólt í tvey ár og fimm mánaðir, men nú er miðvallarin loksins tøkur aftur og byrjar inni
17.11.2024 - 12:50

Hallur Hansson byrjar inni á føroyska landsliðnum ímóti Norðurmakedónia.

Liðskiparin hevur ikki spælt fyri Føroyar í næstan hálvt triðja ár, og gleðir seg til at fara á vøllin í landsliðsbúnanum aftur.

 - Puha, tað er ein løta, men tað kennist øgiliga natúrligt. Fólk hava pressað meg í eina tíð, og eg havi framvegis samband við nógvar av leikarunum, og fólk rundan um. Eg eri øgiliga glaður fyri at vera við aftur. Hetta er so stuttligt, hetta er fantastiskt, segði Hallur Hansson.

Hallur Hansson hevur havt álvarsaman skaða í knænum, men hann hevur arbeitt hart, og í summar byrjaði hann so smátt at spæla aftur fyri KÍ, har hann hevur lagt alsamt meir afturat dystarforminum.

 

Skulu skapa okkurt serligt aftur

Kortini hevur hann ikki verið tøkur hjá fyrrverandi landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson, til tvær úttøkur í heyst. Miðvallarin leggur dent á, at talan ikki hevur verið um ósemju, men heldur, at hann ikki hevur hildið seg verið fullbyrgan.

Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til uppsøgnina av Håkani Ericson, men heldur, at nú hava allir skyldu at stríðast fyri landsliðið og nýggju venjararnar, Eyðun Klakstein og Atla Gregersen.

 - Tað hevur sjálvandi verið nógv drama um landsliðið í longri tíð, og tað er sjálvandi ein keðiligur tendensur, og eg haldi bara, at nú, tá talan er um nýggja byrjan, hava vit allir skyldu til at samla tað og fáa ein góðan stemning í aftur. Gera tað stuttligt rundan um tað føroyska landsliðið, segði Hallur Hansson.

 - Fortíðina fari eg ikki at úttala meg um, men frameftir hava vit øll eina ábyrgd at skapa okkurt serligt aftur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205