Ungir spælarar undir stórum trýsti

Ungir spælarar undir stórum trýsti
- Talan var um ungar spælarar undir stórum trýsti, segði landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum ikki var nøgdur við avrikið ímóti Íslandi, men fegnaðist um EM-plássið
07.04.2024 - 20:29

 - Hetta er gandakent, segði landsliðsvenjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Claus Mogensen.

Sum tann fyrsti hevur hann ført føroysku hondbóltskvinnurnar til eitt endaspæl, og júst EM-plássið var hann sera fegin um.

Hann var kortini ikki nøgdur við avrikið í 24-20 tapinum fyri Íslandi.

 - Vit spæla onki serliga gott í dag. Vit mugu eisini ásanna, at talan var um ungar spælarar undir stórum trýsti, segði landsliðsvenjarin, sum nevndi nógvu misnýttu kjansirnar.

 

Avrikið ímóti Svøríki bjargaði Føroyum

Hóast Føroyar taptu við fýra málum, endaði hondbóltslandsliðið kortini 10 mál frammanfyri Grikkaland, og fekk uttasta EM-mandatið. 

 - Vit verða bjargaðar av, at vit spæla ein framúr góðan dyst ímóti Svøríki, og tað gjørdi, at vit kundu liva við tapinum í dag, segði Claus Mogensen.

Føroyar skulu venja seg við at spæla dystir, har nógv stendur upp á spæl.

 - Tað krevur, at vit byggja upp royndir, og tað hava ungu spælararnir ikki enn, staðfesti landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619