Fekk ikki orðini upp

Fekk ikki orðini upp
Hetta er ræðuliga irriterandi, segði Jana Mittún, sum var týðiliga vónbrotin eftir tapið fyri Íslandi í EM-undandystinum á heimavølli
15.10.2023 - 20:10

Jana Mittún hevði ilt við at seta orð á ósigurin fyri Íslandi.

Føroyar høvdu spælt ein góðan dyst, men kortini vann útiliðið við fimm málum, og tað var týðiligt, at bakspælarin hevði ætlað sær meir.

 - Hetta er ræðuliga irriterandi, segði hon beint eftir dystin.
 
 - Vit koma væl frá byrjan og spæla væl í fyrra hálvleiki, men vit brenna ov illa og tapa við fimm málum, og tað var ikki ætlanin.


Frammanfyri í hálvleikinum

Avrikið fyri steðgin var frálíkt. Føroyar byrjaðu eitt sindur trilvandi, men spælararnir komu skjótt á lagið og komu upp á javnt. Fyri steðgin vóru tær omaná og stórfegnaðust, tá tær kundu fara í skiftingarrúmið við 12-11 leiðslu.

Góða spælið helt fram í seinna hálvleiki, men skotini, sum í størri og størri mun komu av høgra veingi, fóru ikki í málið. 

 - Tað er ikki eingang tí, at tær fáa so nógv mál, so vit eru øgiliga skuffaðar beint nú, segði Jana Mittún, sum var føroyskur toppskjútti við seks málum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619