Plátupanelið verður fyrstu ferð í LEITISSTEIN Live í kvøld

Plátupanelið verður fyrstu ferð í LEITISSTEIN Live í kvøld
Tónleikaárið 1997 verður evnið, tá nýstovnaða Plátupanelið fyrstu ferð verður at hoyra í LEITISSTEIN Live í útvarpinum í kvøld klokkan 20
01.02.2022 - 11:50

Sendingin LEITISSTEIN verður sent beinleiðis í útvarpinum í kvøld klokkan 20. 

Talan er um eina serliga sending, tí tað er fyrstu ferð, at nýstovnaða Plátupanelið er við í sendingini. 

Plátupanelið er Knút Háberg Eysturstein, Eiler Sørensen og Fróði Løkságarð. 

 

1997

Evnið í kvøld er sterka tónleikaárið 1997.

Í ár eru 25 ár síðani, at plátur sum "OK Computer" hjá Radiohead, "Homogenic" hjá Björk, "Blur" hjá Blur,  "Homework" hjá Daft Punk, "The Fat Of The Land" hjá The Prodigy og "Urban Hymns" hjá Verve komu út. 

Ætlanin er at Plátupanelið skal vera eitt rættiliga regluligt innslag í LEITISSTEIN. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328