Vikugesturin

Vikugesturin: Eg dugi sjálv!
04-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.

"Jeg kan selv!" Orðini stava frá einari hending, sum familjan hevur fangað á einum smalfilmi hjá familjuni, tá ið hon var trý ára gomul í Grønlandi, har hon er fødd og búði fyrstu trý árini av sínum lívi.
Og orðini eru eisini lýsandi fyri ta melduródn, sum kom í, tá ið hon var við til at bera uppskotið um fría fosturtøku í Føroyum, hóast hon fekk harða mótstøðu innanfloks í Sambandsflokkinum. Eyðdis Hartmann Niclasen búði í Smørum Nedre í Danmark til hon var 12 ára gomul, og tað heldur hon vera eina orsøk til, at hon gjørdist sambandskvinna. Í samrøðuni fylgja vit Eyðdis gjøgnum árini í Grønlandi, Fraklandi og Danmark, til hon kom aftur til Føroya. Vit tosa millum annað um fosturtøkumálið, uppvøkstur, persónsmensku, virði og politikk.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rúna Nón Bjartalíð var vikugestur
16-05-2026
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur
09-05-2026
Nýggi stjórin í Heilsustýrinum, Noomi O. Gregersen, var vikugestur
25-04-2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum letur trúnna stýra ? bæði í lívinum og í politikki
18-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur
11-04-2026
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
28-02-2026
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
21-02-2026
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
14-02-2026
Rúni Djurhuus,sum altíð er á ferð, var vikugestur
07-02-2026
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
31-01-2026
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF seinastu 10 árini, var vikugestur
24-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026