- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

Magnus Dam er 50 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og búsitandi í Hoyvík við familjuni. Hann er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og hevur kandidatprógv í løgfrøði frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Seinastu 18 árini hevur hann starvast í Tórshavnar kommunu - frá 2007 til 2018 sum løgfrøðiligur ráðgevi í Løgdeildini hjá kommununi, og seinastu sjey árini sum leiðari av Stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar Kommunu.
Magnus Dam vísur á, at Kringvarpið sum public-service stovnur skal økja um tilvitskuna hjá fólki bæði á málsliga, mentanarliga og samfelagsliga økinum,
"Tað krevur, at vit skulu kunna bjóða eitt breitt úrval av tilfari fyri at kunna menna tað, sum vit eru áløgd," sigur Magnus Dam.
Magnus Dam er føddur og uppvaksin í Havn, hevur tvey systkin og er sonur Sólvu Dam og ein tann kendasta politikaran í Føroyum - Atla Dam, sáli.
Magnus Dam er settur sum kringvarpsstjóri í fimm ár.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











