- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

35 ára gamli Poul Andrias Ziska hevur verið høvuðskokkur í matstovu-ævintýrinum Koks í 11 ár. Har hevur hann, saman við oddafólkunum Karen Visth og Johannes Jensen og dugnaligum starvsfólkum, vunnið nógvar heiðrar, virðing og umrøðu um allan heimin, upplivingar og tvær Michelinstjørnur. Men eftir trý spennandi ár í Grønlandi, er hann nú givin á Koks, og fer undir eitt nýtt kapittul. Fyri trimum vikum síðani lat hann á fyrsta sinni sína egnu matstovu upp, PAZ:
"Eg valdi at gevast í Koks serliga tí at støðan við matstovuni bleiv so óstøðug og óviss. Eisini kendi eg eina trongd til at koma aftur til Havn og fáa eitt sindur meira av rutinu og stabiliteti í gerandisdagin. Tað at lata egna matstovu upp hevur verið ein dreymur, og tað føldist sum at tíðin var búgvin til tað," sigur Poul Andrias.
Poul Andrias er føddur í Havn og uppvaksin í Langatúni í Eysturbýnuym, og tað var eitt sera gott og barnavinarligt umhvørvi. Hann hevði nógvar vinir og spældi nógv úti - tey sparkaðu, spældu á Skansanum, bygdu hyttir í gomlum bilum og runnu oman til bátabrúnnar. Men tað at sita stillur á skúlabonkinum í barnaskúlanum hóskaði illa til Poul Andrias:
"Eg havi ongantíð duga at sita stillur og hugsavnað meg um ting, sum ikki fanga og hugtaka meg. Tí var fólkaskúlin tungur hjá mær," sigur Poul Andrias, sum tó treivst væl sosialt.
Hann fór tí á eftirskúla í 10. flokki, ið var meira handaligur, og tá fall tað bókliga honum eisini lættari. Poul Andrias hevur gingið til alt frá fótbólti til guitar, og hevði eisini áhuga fyri tí kreativa og handaliga. Eftir fólkaskúlan ivaðist hann í, um hann skuldi fara at læra til snikkari ella timburmann. Men kreativi og visuelli parturin av fínari matgerð hugtók hann, og tí valdi hann at fara í læru til kokk:
"Eg hugsaði um ymiskt, men so sá nakrar myndir í eini grein um matstovuna Gourmet, og eg helt, at tær vóru sera flottar. Mær dámdi væl kreativu síðuna við matgerð, og tað var helst ein stór orsøk til, at valdi eg at fara í læru sum kokkur," vísur Poul Andrias á.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











