Vikugesturin

Vikugesturin: Poesiin liggur í tøgnini
26-04-2025
Filmsleikstjórin Sakaris Stórá, er háaktuellur við filminum Seinasta paradís á jørð. "Hetta er mín mest persónligi filmur higartil."

Seinasta paradís á jørð gongur í løtuni í biografunum, og í mai mánað skal hann vísast í 40 donskum biografum. Haðani fer hann víðari út í heim. Sakaris Stórá hevur skrivað filmshandritið og leikstjórnað filmin, sum hevur fingið góð skotsmál og ummæli. 

Ein reyður tráður gjøgnum filmarnar hjá Sakarisi Stórá hevur verið menningin hjá fólkum, sum onkursvegna eru eitt sindur øðrvísi. Sjálvur hevur Sakaris altíð følt seg eitt sindur øðrvísi, og kanska er tað orsøkin. Hesin filmurin er meira persónligur enn aðrir filmar. Ikki tí hann snýr seg um Sakaris sjálvan. 

"Eg havi tikið nógv við frá mínum umhvørvi og frá tí, sum eg havi sæð og upplivað."

Sakaris Stórá er uppvaksin í Skopun, og eins og høvuðspersónurin arbeiddi hann nøkur ár á flakavirki, eins og høvuðspersónurin, har hann droymdi seg burtur. Og tað var filmurin, sum var fremst í hansara dreymum, tí longu sum heilt lítil fekk hann stóran áhuga fyri at skapa ein veruleika á lørifti. 

Hann kennir tað sum eina skyldu at geva føroyskari mentan film, og har gongur hann undan at skapa eitt føroyska siðvenju og eitt føroyskt filmsmál.

"Tað stuttliga við tí er at føla, at man er partur av einari menning. Eg føli, at eg geri mun onkursvegna, og tað er øgiliga meiningsfult. At geva føroyskum máli eitt pláss á filmi."

At brúka føroyska málið í stórfilmum er ikki altíð so lætt, tí vit hava onga siðvenju fyri, hvussu okkara mál ljóðar á filmi. 

"Av tí vit ikki hava ta siðvenjuna, so er tað altíð ein stór avbjóðing at arbeiða við málinum og eisini verumátanum, tí hvussu er føroyingar í filmi. Tað var slíkt, sum eg ikki ordiliga var tilvitaður um, fyrr enn eg fór í gongd við tað."

Filmarnir hjá Sakarisi - eisini Seinasta paradís á jørð - eru friðarligir, og teir geva rúmd fyri, at áskoðarin sjálvur tulkar. 

"Eg geri sjálvur filmar, har eg royni at hava sum minst av dialogi. Mær dámar betri at fortelja við kenslum og myndum. Kenslur eru eisini meira universallar enn eitt mál, sum 50.000 fólk tosa." 

"Eg royni at hava eitt so livandi mál sum møguligt, og so lati eg poesiina liggja í tøgnini."
 

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rúna Nón Bjartalíð var vikugestur
16-05-2026
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur
09-05-2026
Nýggi stjórin í Heilsustýrinum, Noomi O. Gregersen, var vikugestur
25-04-2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum letur trúnna stýra ? bæði í lívinum og í politikki
18-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur
11-04-2026
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
28-02-2026
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
21-02-2026
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
14-02-2026
Rúni Djurhuus,sum altíð er á ferð, var vikugestur
07-02-2026
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
31-01-2026
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF seinastu 10 árini, var vikugestur
24-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026