Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
16-02-2026
Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.

Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjørt ein fyrimunur at fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar.


Summarskeiðini í føroyskum fyri útlendingum, sum eru á hvørjum sumri, eru ógvilga væl umtókt. Lena Reinert umsitur skeiðini, og hon sigur, at tey lesandi koma ymsa staðni úr heiminum, og vanliga megna tey at tosa føroyskt tá tey hava verið á skeiði í tríggjar vikur.


Sandra Saxov Lamhauge stóð royndina og hevur nú heitið ph.d í málfrøði. Hon vardi sína ph-d-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ritgerðin hevði heitið A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese og snúði seg um ávís frábrigdi í dialektini ymsa staðni í Føroyum. Sandra hevur starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini. Hon sigur, at hon hesa tíðina hevur merkt at fólk yvirhøvur eru áhugað í dialektum.


Mékhala Kollslíð av Skála er farin ímóti streyminum. Hon  tók bachelor í Danmark og nú er hon í gongd við eina master-útbúgving í stjórnmálafrøði og samfelagsvísind á Setrinum. Hon hevur avgjørt at masterritgerðin fer at viðgera trygdar og verjupolitikk, tí tey evnini eru sera viðkomandi í hesum broytingartíðum. -Hóast vit eru lítil, eru vit ein partur av spælinum sum gongur fyri seg í hesum døgum. Eg fari at skriva um hvat okkara leiklutur er í hesum spælinum er, sigur Mékhala.


Heini í Skorini, lektari á Setrinum, sigur, at áhugin fyri Grønlandi, Norðuratlantshavinum, Arktis og harvið eisini Føroyum og uttan um okkum er nógv vaksin tey seinastu árini - ikki minst síðani Donald Trump, forseti í USA, kom fram við kravinum um at eiga Grønland. Frá at hava verið eitt lágspenningsøki er Norðuratlantshavið og Arktis nú er háspenningsøki. M.a. Tí at Russland hevur útbygt sínar hernaðarstøðir í Arktis.


Føroyar blíva nú partur av Erasmus+, sum er stóra stuðulsskipanin hjá ES, ið stuðlar útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótti. Hetta hendir í 2028 og er komið í lag eftir at  Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Við hesari E-skipan eru nógv lond, ið ikki eru limir í ES. -Erasmus+ fær stóran týdning fyri Føroyar, tí skipanin letur stóran stuðul. Tí er tað umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum umsitur Erasmus+-skipanina í Føroyum.


Marjun Lützen umsitur stuðulsskipanina Erasmus+, sum Føroyar væntandi verða partur av frá 2028. Hetta hendir eftir at Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var í Føroyum fyri einum lítlum ári síðani, og hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og ES. Erasmus+ stuðlar útbúgving, ungum og ítrótti og Marjun Lützen sigur, at hetta fær stóran týdning fyri Føroyar. -Tað er umráðandi at vit eru klár í 2028, tá vit eru partur av skipanini, sigur Marjun Lützen.


Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, ivast ikki í, at Erasmus-skipanin fær stóran týdning fyri Setrið, tí møguleikarnir hjá teimum lesandi verða so nógv betri enn í dag. Tá ber til at lesa á Setrinum og t.d. fara uttanlands at taka onkur semestur, og Setrið væntar harumframt at fáa nógv fleiri útlendingar til Føroya at lesa. Samanlagt fer tað at skapa eitt meira spennandi lestrarumhvørvi fyri tey ungu, sigur rektarin á Setrinum. 

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026
Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026
Varðagøtan millum Leirvík og Norðragøtu er aldargamal og vakuir túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í havn
27-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026