- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Gestur í útvarpsstovuni er kvinna, búsitandi í Føroyum. Mamma hennara kom úr fremmandum landi, og hon kendi ikki sín veruliga pápa. - Barnaárini vóru strævin. Hvørja ferð pápin var harðligur við mammuna, legði mamman á gentuna. - Árini gingu og gentan visti als ikki, hvussu ein vanligur gerandisdagur var fyri fólk flest. - Hon kom út í ógvusligt misbrúk, hóast hon nú var gift og hevði fingið fleiri børn. Men gjøgnum nógv ár, fekk hon umsíðir hjálp og frið.

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











