- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Bulimi ella etingarólag er at eta og síðani spýggja alt uppaftur. Gestur í kvøld er kroppsterapeuturinr Christina Petersen, sum í fleiri ár hevur havt bulimi. Í dag hjálpir hon fólkum, sum líða av etingarólag ella matstikni. - Sagt verður, at etingarólag tekur seg upp, tí okkurt ikki ruggar rætt hjá fólkunum. Hetta er eitt neyðarróp. At ein genta broytir matmynstur hevur onki við matin sjálvan at gera, men hon ger umheimin varugan við, at hon hevur tað ikki gott.

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











