- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Marit Poulsdóttir av Tvøroyri misti pápa sín brádliga, tá hon var 9 ára gomul. Hetta var ein stór sorg fyri hana, men tá varð ikki hugsað so nógv um børn, sum syrgdu. Øðrvísi er í dag. Nú skal sorgin gjøgnumlivast, so hon ikki dagar undan aftur. Hjá Marit kom sorgin framaftur, og sum hon vaks, gjørdist hon alsamt meiri bangin. Sálarfrøðingurin Ásvør Skaalum er eisini í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis.

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











