- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera

Tann, sum veit, at hann hevur nóg mikið, er ríkur. Lisbeth Nebelong hevur skrivað fýra bøkur um búskap. Hon gevur ráð um, hvussu ein húsast væl, hvussu ein hvønn mánað fær avlop og sum tíðin gongur, kann savna sær eina peningaupphædd at ráða yvir. Hon vil vera við, at satt frælsi er fíggjarligt frælsi. Hon sipar til hjún, har tað ofta er maðurin, sum tekur sær av teimum stóru útreiðslunum og lánunum, meðan kvinnan hevur minni av pengini um hendi, og maðurin ger av, hvat pengarnar skulu nýtast til. Men henda gongdin gevur ikki javnvág í hjúnarbandinum, tí nógvar kvinnur vita ikki, hvat er upp og hvat er niður í einum húsarhaldi, um maðurin brádliga doyr. Eisini kemur Lisbeth inn á tann veruleika, at aftanfyri stóra keypitrongd liggur eitt sálarligt fyribrigdi.

Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.











