- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarrák

Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð. Og evnini eru rættuliga ymisk.
Í hesari sendingini verður evnið aftur - skulu vit siga nýggjari rák og øðrvísi vinnur, tá talan er um føroyska útflutningsvinnu.
Rúnar Reistrup var stjóri í fyritøkuni Depop, ið byrjaði sum ein lítil íverksetarafyritøka, og sum í 2021 varð seld fyri 10 milliardir krónur. Vit spyrja Rúnar um eitt nú hvussu tú mennir eina tílíka fyritøku.
Føroyska fyritøkan FarPay varð stovnað á vári 2014, og hevur eitt fjølbroytt úrval av talgildum tænastum til bæði feløg og fyritøkur.
Vit skifta orð við ein av stovnarunum - Theodor Erling Johannesen, og spyrja millum annað hvat, ið fekk teir at taka hetta stigið.
Fyri sløkum tveimum vikum síðani almannakunngjørdu Granskingarráðið og Hagstova Føroya, at Føroyar eru millum tey ovastu londini í Europa, tá talan er um nýskapan.
Vit støkka inn á gólvið í Granskingarráðnum, har ið vit hitta stjóran, Anniku Sølvará, og Kristinu Arge Simonsen, ið starvast í Granskingarráðnum og Hagstovu Føroya.

Tíðarrák
Hvørji rák mynda føroyska samfelagið og heimin í dag, og hvat merkir tað fyri samfelagið og hin einstaka?
Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð. Og evnini eru rættuliga ymisk.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.





