Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 30: 'Made in England', Elton John, 1995 - øll løgini!
26-04-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar

Amerikanska tíðarritið Rolling Stone gav útgávuni tríggjar og eina hálva stjørnu av fimm møguligum. Best kendu løgini eru 'Believe', 'Made in England' og 'Blessed'.

Sum ein kann hoyra á Elton John útgávum í hesari øldini, eitt nú 'Songs From the West Coast', hava Elton John og Berni Taupin roynt at finna fram aftur tað einfalda frá sjeytiárunum, og kanska byrjaðu teir longu her í 1995. Talan er ikki um eina singleplátuútgávu, eins og fleiri í sjeytiárunum heldur ikki vóru tað, og flestu løgini hava bara eitt orð sum heiti. Sputnik Music síðan heldur plátuna vera sera enska, altso ljóða enska; báði í instrumentering og stílistiskari ávirkan á tónleikin.

Sputnik Musik metir ikki, at Elton John lurtarar, ella fjepparar, halda 'Made in England' vera millum bestu Elton John pláturnar, verri enn so. Miðilin heldur hinvegin, at sangarin og tónleikararnir føra hana trygt í havn, kanska enn betur enn flestu útgávurnar síðani sjeytiárini, ja heilt síðani 1975. Hon er ein góð ferð gjøgnum tónleikin hjá Elton John, sum her tann 25. mars í 2025 fylti 78 ár.

Plátubarrin 26. apríl 2025

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026