Oyggjaleikavarpið

Oyggjaleikavarpið #1: Frælsur ítróttur siktar eftir heiðursmerkjum
09-07-2025
Frælsur ítróttur er í framgongd. Seinast vóru tað menninir í sprinti, sum tóku eitt lop. Nú eru tað kvinnurnar, og málið er at fáa fleiri heiðursmerki

Í fyrsta parti av Oyggjaleikavarpinum varpa vit ljós á frælsan ítrótt. Gestur er Heri Ziska, sum er høvðusvenjari til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum. Hann hevur luttkið á oyggjaleikunum síðani 1989. Seinastu ferðirnar hevur tað verið sum venjari, og hann er einasti venjarin í frælsum ítrótti, sum er við. 

Hesi umboða Føroyar í frælsum ítrótti á Orknoyggjum:

Andreas Bjarnastein Antoft
Dánjal Dahl Ljósheim
Elisabet Holm Simonsen
Jónas Gunnleivsson Isaksen
Julian Gregersen
Margit Weihe Fríðmundsdóttir
Maria Biskopstø 
Neli Heldarskarð 
Oddvør Josephsen
Rebekka Fuglø Poulsen
Rógvi Kárason
Rutt Hjelm Gregersen
Sunniva Bogadóttir
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar
Tórur Mortensen
Tummas Petur Sjóvará

Oyggjaleikavarpið

Vit hava loddað dýpið hjá øllum teimum føroysku ítróttagreinunum, sum kappast á oyggjaleikunum.

Hoyr um vónirnar og málini hjá føroyingunum á leikunum í Orknoyggjum, sum verða frá 12. til 18. juli. 

Tað snýr seg ikki um heiðursmerki, men um at blíva betri. Tað sigur Ingi Samuelsen, formaður í Golfsambandi Føroya, um oyggjaleikirnar í Orknoyggjum
14-07-2025
Tað verður nokk ikki heiðursmerki, sum koma at seta dám á súkkling og triathlon fyri Føroyar á oyggjaleikunum, men formaðurin er bjartskygdur um framtíðina
14-07-2025
Bogaskjúttarnir eru væl fyri og ætla sær at vinna bogaskjótingina á Orknoyggjunum samanlagt. Bogaskjótisambandið droymir um eina uttandura skjótibreyt
13-07-2025
Søguliga hevur svimjingin tryggjað Føroyum nógv heiðursmerki á oyggjaleikunum. Nú skal eitt nýtt ættarlið svimja fyri Føroyar – og tey ætla sær eisini nógv metal um hálsin
12-07-2025
Føroyskur fimleikur er við aftur á oyggjaleikum. Hann hevur tað gott og ætlar sær fleiri heiðursmerki á Orknoyggjum. Stóra málið er at vinna liðkappingarnar
11-07-2025
Hesa ferð varpar Oyggjaleikavarpið ljós á Badminton í Føroyum. Gestir eru Mariann Øster, næstforkvinna í Badmintonsambandinum, og Sofía Olsen, skrivari og nevndarmlimur.
10-07-2025
Frælsur ítróttur er í framgongd. Seinast vóru tað menninir í sprinti, sum tóku eitt lop. Nú eru tað kvinnurnar, og málið er at fáa fleiri heiðursmerki
09-07-2025