Orðaval

Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn
14-04-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur, og tosað verður um summarmála og staðarnøvn, og hví summir tíðindavertir siga evropiskt og ikki europeiskt

Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is.

Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Orðaval

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini heldur, at vit eiga at útbúgva málrøtarar í Føroyum, fyri at røkta føroyska málið. Øssur Egholm leggur til rættis
19-05-2026
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur, har tosað verður um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslendskari úttalu
05-05-2026
Í sendingini hesaferð var eitt av evnunum móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Gestur: Dagfinn Olsen. Vertur: Øssur Egholm
22-04-2026
Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini? Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Øssur Egholm er vertur
30-03-2026
Evnið hesaferð var ljóðsvinn, og eisini bleiv tosað um orðini val og atkvøður. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini
11-03-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Robinson-søgur, tí fyrsta føroyska barnabókin var ein sonevnd Robinson Kruso-søga. Øssur Egholm er vertur
23-02-2026
Børn og ung í dag duga og skilja illa hini norðurlendsku málini, heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, sum er gestur í sendingini 
09-02-2026
Í sendingini verður tosað um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur
28-01-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini, har tosað verður um orðið "jól", Magnus Dam Jacobsen, rithøvund, og um stavingarhættir
12-01-2026
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur í sendingini, har evnini millum annað eru ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur
22-12-2025
Bjarni Steintún gestur í sendingini, har tosað verður millum annað um ljóðbroytingar, sum henda ímillum norrønt og føroyskt, og eisini er evnið nøvn sum atvent og jól
02-12-2025
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini. Tosað verður um nýggj orð, sum koma inn í málið, umframt ymiskt málsligt, ið kjakast verður um. Spurningur verður svaraður
17-11-2025