Orðaval

Orðaval #13: Málfrøðilig føll og móðurmálsundirvísing
24-02-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini greiðir millum annað frá um grammatisk føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava verðveitt síni føll.

Í Orðavali hesaferð er millum annað mállæra á skránnni. Vit hitta Bjarna Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Hann greiðir eitt nú frá um málfrøðilig føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava varðveitt síni føll, meðan hini norðurlondini hava mist summi av sínum. Eisini tosa vit um móðurmálsundirvísing í Aalborg. Vilhelm Magnussen undirvísir føroyskum børnum í Aalborg tvær ferðir um vikuna.

Orðaval

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur í sendingini, har tosað verður um eitt nú málkenslu og navnorðagerð
04-11-2025
Bjarni Steintún er gestur í sendingini, har tosað verður um málsøgu og orðasøgur, eitt nú serliga føroyska fyribrigdið "skerping"
20-10-2025
Hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari, gestur. Tosað verður um stavraðið og orðið "avroð". Og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum
07-10-2025
Hvussu bendast fólkanøvn og orðið "kaðal"? Tað eru nøkur av evnunum í sendingini, har Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur
28-05-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur, har tosað verður millum annað um, føroyskt gjørdist ein grein av norrønum
19-05-2025
Dagfinn Olsen er gestur í sendingini, har orð verður skift um rúnir og rúnarsteinar, føroyingasøgu og vistu tit, at bilurin í byrjanin var eitt kvenkynsorð?
13-05-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur, og tosað verður um summarmála og staðarnøvn, og hví summir tíðindavertir siga evropiskt og ikki europeiskt
14-04-2025
Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini, er gestur, og tosað verður um munin á frumnorrønt og norrønt
07-04-2025
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Móðurmálsdagin í seinastu viku, um V.U. Hammershaimb, um bendingar o.a. 
31-03-2025
Tosað verður við Edny Poulsen, sernámsfrøðiligur ráðgevi á Sernámi, um teknmál, og so svarar Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya spurningi frá lurtara um orðið hektopaskal
24-03-2025
Føroyska málið hevur verið miðsavnandi í øllum yrkisleiðunum hjá Steintór Rasmussern, ið er sangari, sangskrivari, yrkjari, rithøvundur og eisini lærari
17-03-2025
Lena Reinert, ið starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður millum annað um, at ganga grýla, um orðið Brita, og týðningin av tí, og um staðarnøvn
03-03-2025