Nert ikki við

Vit nerta við ung og búskap
13-08-2025
Kanning hjá Headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskaparlig viðurskifti. Í dag nerta vit við ung og búskap

Vit tosa við Annu Margit Gotved Petersen og Rókur Olsen um teirra búskaparligu viðurskifti og hvussu tað ávirkar tey.

Síðani tosa vit við Hera á Rógvi og Hera Joensen, búskaparfrøðingar og eigarir av fyritøkuni Lóður, um búskaparligu viðurskiftini millum ung og hvussu vit eru endaði her.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið. 

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Svanna Jákupsdóttir.

“Eg var noydd, at sita á mínum egnu hondum, tí eg ræddist, at gera meg inn á barnið hjá mær.” Í dag nerta vit við pedofili-OCD
14-08-2026
Hví verða ung kristin í Føroyum gift og fáa børn í serliga ungum aldri? Avgerð kristindómur hvørji vinfólk vit velja? Í dag nerta vit við at vera ungur kristin og sálarheilsu
04-08-2026
Hvussu er, at vera tvørkyndur í Føroyum? Hvussu ávirka hugsanirnar hjá øðrum sálarheilsuna hjá teimum? Í dag nerta við við at vera tvørkyndur beinleiðis á Pride 2026
27-07-2026
Er trýst at liva upp til ávísar væntanir um sex í dag? Skapar porno eina avskeplaða mynd av, hvat sex er? Í dag nerta vit við samtykki og fyribyrging beinleiðis á G! 2026
18-07-2026
"Tað var akkurát sum, at kjarnan bara fór. Allur heimurin broyttist bara. Lívið skuldi halda fram uttan hana." Í dag nerta vit við at missa foreldur
05-07-2026
Hvussu er, at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so umfevnandi, sum vit halda? Nær er man føroyingur, og nær er man fremmandafólk? Í dag nerta vit við integratión
17-06-2026
Ert tú ein verri mamma enn pápi, um tú ert alkoholikari? Fylgir størri skomm við, tá vit tosa um kvinnur, ið misnýta enn menn? Í dag nerta vit við rúsnýtsluórógv hjá kvinnum
10-06-2026
Í einum heimi við denti lagt á einstaklingin, hava vit so gloymt felagsskapin? Í dag nerta vit við einstaklingin móti felagsskapinum
03-06-2026
Kanning hjá Headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskaparlig viðurskifti. Í dag nerta vit við ung og búskap
13-08-2025
“Eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” Í dag nerta vit við barnaheim
30-07-2025
Vit tosa ofta um stóra nýtslu av skermum hjá børnum og ungum, men hvussu sær skermnýtslan út hjá vaksnum? Eru tey betri ella í veruleikanum líka ring?
23-07-2025