- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1993-1: Eftir sáttmálanum á almenna arbeiðsmarknaðinum varð lønin skorin niður við 8,5%. Kend løg: 'River of Dreams', 'Ordinary World', 'Lat meg goyma teg', og 'What Is Love'.
Minibarrin í ár hevur undirheitið '90'ini í poppi og hendingum', og 'hendingar' merkir kunning um tað ymsa í samfelagnum tá; eisini altjóða viðurskifti. Vit umrøða hesa ferð 1993 (fyrra sending), og fyri mong var tað ikki lætt at búgva í Føroyum um ta tíðina. Árið fyri hevði Arbeiðsloysisskipanin verið sett á stovn, tá, sambært Ríkisumboðsmanninum, varð kontanthjálp veitt 2.423 fólkum.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.










