Millum tøkini

Millum tøkini #4: Opin FM-stríð og endaspurturin á árinum
10-07-2025
Sarita Kristina Hansen situr við stýrisvølin í fjórðu útgávuni av Millum tøkini, tá Varmakelduróðurin verður viðgjørdur. Í panelinum eru Magnus Norðberg og Jógvan Hans Hansen

Varmakelduróðurin er á breddanum í fjórðu útgávuni av Millum tøkini. FM-stríðið er púra opið í fleiri róðrum, fokus verður sett á kappingina hjá dringjum 17-18 ár, har Fípan Fagra, Royndin Fríða og Drekin eru at kalla javnir. Men hvussu síggja fyrireikingarnar út, nú man er í síðstu vikunum av kappingarárinum. Við stýrisvølin situr Sarita Kristina Hansen, ið er vertur, og í Panelinum hesaferð eru Magnus Norðberg og Jógvan Hans Hansen.

Millum tøkini

Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.

Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.

Vertur er Ludvík við Stein.

Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu
17-06-2025
Fyrsta útgávan av "Millum tøkini" miðsavnaði seg um óvæntaða og nærmast søguliga sigurin hjá Havnarbátinum á Norðoyarstevnu og um at lív aftur er í kappróðrinum í Sumba
03-06-2025
  •