- Tíðindi, mentan og ítróttur
Millum tøkini

Millum tøkini #3: Útsettur róður og dømingin
24-06-2025
Jóansøkuróðurin varð útsettur til sunnudag fyri veður, og nógv gul kort vóru givin. Serfrøðingar: Jannie D. Jacobsen og Sarita K. Hansen. Vertur: Ludvík við Stein
Jannie Dam Jacobsen og Sarita Kristina Hansen eru í útvarpsstovuni og taka saman um triðja FM-róðurin og tosa um dømingina í ár. Jóansøkuróðurin var útsettur frá leygardegi til sunnudag vegna veður. Vit spyrja formannin í Róðrarsambandinum, Petur Hansen, hví tey gjørdu, sum tey gjørdu? Vertur er Ludvík við Stein.

Millum tøkini
Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.
Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.
Vertur er Ludvík við Stein.
Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu
17-06-2025
Fyrsta útgávan av "Millum tøkini" miðsavnaði seg um óvæntaða og nærmast søguliga sigurin hjá Havnarbátinum á Norðoyarstevnu og um at lív aftur er í kappróðrinum í Sumba
03-06-2025
