- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Fyri sjey árum síðani fór hon av landinum at spæla fótbólt. Síðani hevur hon spælt við trimum feløgum á hægsta stigi í norðurlondum. Hon hevur saman við unnustuni fingið trý børn, og nú býr familjan norðarlaga í Svøríki, har hon spælir yrkisfótbólt við felagi í bestu kvinnudeildini. Í sendingini verður tosað við Áslu Johannesen, sum seinastu sjey árini hevur spælt elitufótbólt uttanlands, hevur fingið familju og hevur flutt bústað fleiri ferðir. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.





