- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kallið

Marjun í Kálvalið hevur kent "kallið" gjøgnum allan sín uppvøkstur. Men hennara vegur hevur ikki verið tann snórabeini. Hon varð tíðliga mamma trimum børnum.
Byrjaði guðfrøðislesturin, men gavst og varð socialráðgevi og arbeiddi í nøkur ár.
Men kallið var har, og hon fór so aftur undir at lesa guðfrøði og tað bar á mál. Hon hevur nú í nøkur ár verið prestur í Vágum.

Kallið
Kallið varpar ljós á prestar í fólkakirkjuni. Hvørji eru hesar kvinnur og menn? Og hvat var tað, sum gav teimum íblástur at lesa gudfrøði? Hvussu var lesturin, og vóru ávísar ella serstakar avbjóðingar? Hvat skrivaðu tey um í serritgerðini? Aftan á loknan lestur, hvussu var at fara í starv? Og hvussu við kallinum?











