- Tíðindi, mentan og ítróttur
HOYMA

Sendingin er ein ferð aftur til tónleikatiltakið HOYMA í gøtu.
Sendingin er eisini ein ferð heimaftur, kanst tú siga, til tað erliga og óspilta.
Heimaftur til gomlu roykstovumentanina.
Leygarkvøldið 9. november løgdu 10 vanlig sethús - fimm í Syðrugøtu og fimm í Norðagøtu - stovu til 20 konsertir við 10 av okkara fremstu tónlistafólkum.
Allar konsertirnar vóru uttan forstyrking av nøkrum slagi.
Konsertupptøkurnar gjørdu Aleksandur Gaard og Dánjal Tavsen.
Uni Leitisstein Hansen legði tilrættis.

HOYMA
Í 2013 varð sermerkta tónleikatiltakið HOYMA sett á stovn í Gøtu. 10 heim lata á hvørjum ári sínar dyr upp á víðan vegg og eru vertir fyri 20 konsertunum við 10 tónleikanøvnum.


