Hjartarúm, men onki húsarúm

Hjartarúm, men onki húsarúm
13-12-2021
88 ára gamli Hans Jacob á Gadd á Nesi, sum doyði í 2013, greiðir her frá lítla fiskimannaheiminum á Gadd á Nesi, har tey eitt skifti vóru 14 fólk í húsi

Heimið á Gadd á Nesi var eitt fiskimannaheim burturav og uppunaliga var eingin jørð í húsinum. -Kortini fóru vit ongantíð svong til songar, sigur Hans Jacob á Gadd.


Ikki fyrr enn prestajørðin á Nesi varð býtt millum húskini í bygdini, kom kjøt á borðið uppi á Gadd, sum var langt omanfyri hini húsini í bygdini.


Húsini á Gadd eru varðveitt og Fornminnisfelagið á staðnum vísir tey nú fram sum eitt gamalt fiskimannaheim.

 

Tórður Mikkelsen hevur lagt sendingina til rættis. 

Hjartarúm, men onki húsarúm

88 ára gamli Hans Jacob á Gadd á Nesi, sum doyði í 2013, greiðir her frá lítla fiskimannaheiminum á Gadd á Nesi, har tey eitt skifti vóru 14 fólk í húsi
13-12-2021