- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føtur undir egið borð

Hyggja vit at bústaðarviðurskiftum hjá føroyingum, eru tað fleiri, sum rópa varskó, tí bústaðarviðurskiftini ikki eru nóg góð. Og samstundis sum, at summi skríggja eftir bústøðum at búgva í, hoyra vit um hús, sum standa tóm kring alt landið.
Í øðrum parti hyggja vit nærri at avbjóðingunum, sum vit hava á føroyska bústaðarmarknaðinum, hví marknaðurin sær út, sum hann ger, og at summum av teimum ábótunum, sum frá almennari síðu verða gjørdar við góðari hjálp frá føroyskum áhugafeløgum.
Gestir í sendingini eru Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, Elin Hentze, forkvinna í Búgva, Hans Jákup Hermansen, formaður í Áhugafelagnum Lutaíbúðir, Anna Malena Højgaard og Bogi av Vollanum, nevndarlimir í lutaíbúðarfelagnum á Kneysum.

Føtur undir egið borð
Í trimum partum verður hugt nærri eftir bústaðarviðurskiftunum hjá føroyingum. Hví er tað so dýrt at búgva í Føroyum? Passar tað, at øll vilja eiga egin sethús? Hvussu vilja vit búgva í framtíðini, og er pláss fyri okkum øllum?
Elin Michelsen leggur til rættis.