- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur

I can't stop Ioving you! Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav? Tí frælsi, kærleiki, vakurleiki, vón og skærur skaldskapur skumpa lívið upp í ómissandi ljós - og skuggin fylgir við. Hetta er evni í fjórða og næstseinasta parti av Elians Syni.
"Tann myndin av sær sjálvum, sum mann roynir at fortreingja, hon skínur út ígjøgnum okkurt annað stað á einum einstaklingi ella í hesum føri entiteti."

Elians Sonur
Hetta er ein poddur. Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum.
Elians Sonur er ein røð í fimm pørtum. Ragnar W. Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð




