- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Siri Súsonnudóttir Hansen er fødd í Havn í 1979 og uppvaksin upp í Søldafirði.
Hon er útbúgvin Kandidat í Námsfrøðiligari Sociologi og hevur millum annað starvast sum blaðstjórið á Kvinnu og verið marknaðarleiðari í SMS.
Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast fyri tíðina sum samskipari fyri Tónleikasamband Føroya.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Siri frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og hendingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og litføgru lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











