Almenna rúmið

Almenna rúmið - Steðgur í Steinatúni (3:4)
06-10-2016
Triðja sending av fýra um almenn rúm, ið Sissal Kampmann leggur til rættis

"Byrådets bekæmpelse af bumser i byrummet", sigur listamaðurin og kritikkarin Ole Wich millum annað um Steinatún, í sendingini Almenna rúmið - Steðgur í Steinatúni.

Í sendingini verður farið á rannsóknarferð í almennum útirúmum, har nógv umrødda Steinatún verður nýtt sum dømi. Vit fara at kanna, hvussu hesi útirúm eru hugsað, hvussu tey kunnu betrast, hvussu tey eru ætlaði, hvussu vit trívast í teimum og hví.

Ferðaleiðarar á steðginum í Steinatúni eru fakfólk, ið vita. Hesi eru Ole Wich, listamaður, Heidi Poulsen, arkitektur, Kinna Poulsen, listafrøðingur, Ólavur Sverri Trond Thorsteinsson, listamaður og Michael Jacobæus, landslagsarkitektur.

Almenna rúmið

Sendirøð í fýra pørtum, har Sissal Kampmann granskar fýra ymisk almenn rúm. Flogvøllurin í Vágum er okkara týdningarmesta portur til útheimin. Steinatún er eitt av fleiri útirúmum, ið verða vitjað. Farið verið á rannsóknaferð í kirkjurúminum. Og so verður bíðað í bíðirúminum.  

Í seinasta partinum fara vit á rannsóknarferð í andaliga rúminum. Kirkjurúmið í Havnar kirkju verður brúkt sum dømi
12-10-2016
Triðja sending av fýra um almenn rúm, ið Sissal Kampmann leggur til rættis
06-10-2016
Onnur sending av fýra um almenn rúm, sum Sissal Kampmann leggur til rættis
28-09-2016
Hoyr fyrsta partin av sending um almenn rúm, sum Sissal Kampmann leggur til rættis
21-09-2016