Sterkt badmintonlandslið tikið út til Small States í Føroyum

Sterkt badmintonlandslið tikið út til Small States í Føroyum
Miriam í Grótinum og Rúni Øster teljast millum tey 14, sum skulu umboða Føroyar í sterku Small States-kappingini í Føroyum um mánaðarskiftið
Christian Berg Petersen (t.v.) og Jónas Djurhuus til oyggjaleikirnar í Orknoyggjum í 2025
Mynd: Dánial Olsen  
 
16.10.2026 - 11:04

Miriam í Grótinum og Rúni Øster teljast millum 14 sterkar føroyskar badmintonspælarar, sum skulu umboða Føroyar til Small States-kappingina, sum verður í Føroyum um mánaðarskiftið.

Meir enn 100 spælarar úr Gibraltar, Grønlandi, Íslandi, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako og Føroyum skulu kappast í stóru liðkappingini í Høllini á Hálsi í Havn, sum samstundis verður ein aðalroynd til oyggjaleikirnar næsta summar.

Kappingin hevur bert verið tvær ferðir fyrr - í Malta (2023) og Kýpros (2024) - og tær ferðirnar vunnu ávíkavist Kýpros og Ísland, men framgongdin hevur verið stór í føroyskum badminton síðstu árini, og tí vóna føroyingarnir, at teir kunnu bjóða av um gullið hesa ferð.

LES EISINI: Tað kennist óveruligt

 

Yngri ættarliðið sleppur framat

Umframt Miriam í Grótinum og Rúna Øster hevur landsliðsvenjarin Fai Yin Wong tikið fleiri royndar spælarar við. Hjá kvinnum eru Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna og Mia Thorkildshøj ikki ókendar, meðan Magnus Dal-Christiansen, Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus teljast millum royndu menninar. 

Men eisini ungir og evnaríkir spælarar eru við í Small States-hópinum. Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen og Jafet Rasmussen umboða yngra ættarliðið.

Badmintonsamband Føroya er vertur fyri liðkappingini dagarnar 30. oktober til 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214