Fær ikki møguleika at skipa minnilutastjórn

Fær ikki møguleika at skipa minnilutastjórn
Tríggir flokkar á vinstraveingi í svenska ríkisdegnum mæla nú til, at sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sleppur at royna at skipa stjórn
Magdalena Andersson fær ikki møguleikan at skipa sosialdemokratiska minnilutastjórn í Svøríki.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2026 - 14:06

Svenski ríkisdagurin avgjørdi fyrrapartin, at forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, skal ikki vera forsætisráðharri í einari sosialdemokratiskari minnilutastjórn. 

99 atkvøddu fyri og 248 ímóti. 

Hetta var aðru ferð, at Magdalena Andersson hevði fingið litið upp í hendur at skipa stjórn.

Reyð-grøni vongurin í ríkisdegnum vann tepran sigur á valinum 13. september. Hann fekk tilsamans 176 sessir.

Borgarligi vongurin og Svøríkisdemokratarnir fingu 173 sessir. 

 

Kristersson skal fáa møguleikan 

Javnaðarflokkurin, Sentrumflokkurin og Umhvørvisflokkurin mæla nú til, at sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, fær møguleikan at skipa stjórn.

Eygleiðarar siga, at teir tríggir flokkarnir við hesum vilja vinna tíð at fyrireika møguleikan at skipa stjórn, tí í løtuni bendir einki å, at Ulf Kristersson fær undirtøku í ríkisdegnum at gerast forsætisráðharri. 

Nýggj veljarakanning, sum sjónvarpsstøðin TV4 hevur gjørt, vísir, at Javnaðarflokkurin hevur stóra afturgongd, og at reyð-grønu flokkarnir høvdu mist meirilutan, um val var nú.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214