Google skal gevast at byggja dátumiðstøðir í Finnlandi

Google skal gevast at byggja dátumiðstøðir í Finnlandi
Myndugleikarnir krevja umhvørvisárinsmetingar, áðrenn arbeiðið kann halda fram
Google byggir tvær dátumiðstøðir í Finnlandi, men hevur fingið boð um at gevast við arbeiðnum fyribils.
 
07.10.2026 - 09:20

Arbeiðið við tveimum Google-dátumiðstøðum, sum standa í gerð í Finnlandi, skal halda uppat, meðan bíðað verður eftir lógarásettum umhvørvisárinsmetingum, krevja myndugleikarnir.

Fyritøkan Tuike Finland, sum umboðar Google, er biðin um at gevast við øllum fyrireikandi arbeiði “sum fer at ávirka umhvørvið munandi” innan 23. oktober, - eitt nú at høgga niður trø, burturbeina mold, grava, knúsa grót, kryvja og flyta tilfar. Arbeiðið at gera byggiveg og goymsluøki skal eisini halda uppat.

 

Tvær støðir

Felagið arbeiðir við tveimum dátumiðstøðuverkætlanum í finsku kommununum Muhos og Kajaani.

Google sigur, at felagið var í góðari trúgv, og arbeiddi við skógrøktarlógini sum grundarlagi. 

Felagið sigur seg hava gjørt náttúrukanningar í økinum. 

Sum liður í ætlanunum um fyrilit fyri landslagnum í økinum og stuðul til lívfrøðiliga margfeldið sigur Google, at tey fara at seta niður trø á einum 1,3 ferkilometrar stórum øki í Muhos.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096