Viðgerðardóm fyri frælsistøku

Viðgerðardóm fyri frælsistøku
Dømdi maðurin hevur kært dóm til Landsrættin við kravi um linari revsing
Maðurin er í Føroya rætti dømdur fyri frælsistøku, harðskap, hóttanir og herverk.
 
11.09.2026 - 08:50

Ein maður fekk í gjár viðgerðardóm í Føroya rætti.

Hann kærdi alt fyri eitt dómin til Landsrættin við kravi um linari revsing.

Hann vil hava dóm við tíðaravmarking.

Dómurin, hann fekk, er uttan tíðaravmarking.

 

Noktar seg sekan

Maðurin er dømdur fyri frælsistøku, harðskap, hóttanir og herverk.

Hann noktaði seg sekan.

Maðurin var ákærdur fyri at halda aftur tveimum kvinnum í einum kamari í einum gistingarhúsi í Havn.

Frælsistøkan vardi, sambært ákæruritinum, í tveir tímar.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava sligið aðra kvinnuna og sparkað hina. 

Og hann er ákærdur fyri at hótta tær eftir lívinum.

 

Eisini herverk

Maðurin, sum noktar seg sekan, er haraftrat ákærdur fyri at hava gjørt herverk í kamarinum.

Onnur kvinnan fær, sambært Føroya rætti, 4.000 krónur í skaðabót.

Hin hevði einki krav.

Og gistingarhúsið fær 10.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423