Landsstýrismaðurin: Vert at kanna rúmdarvirksemi í Føroyum

Landsstýrismaðurin: Vert at kanna rúmdarvirksemi í Føroyum
Danska lógin um rúmdarvirksemi er ikki sett í gildi í Føroyum, og økið verður mett at vera í málsøkinum flogferðsla, sum ikki er yvirtikið
Einki lógargrundarlag er fyri rúmdarvirksemi í Føroyum.
 
11.09.2026 - 11:22

Danska lógin um rúmdarvirksemi frá 2016 er ikki er sett í gildi í Føroyum.

Tað er ikki á hvørjum degi, heldur ikki annan hvønn dag, at løgtingið viðger rúmdarvirksemi.  

Men Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um rúmdarvirksemi í Føroyum.

Landsstýrismaðurin svarar, at einki lógargrundarlag er í Føroyum.

Økið verður mett at vera í málsøkinum flogferðsla, og er tí ikki yvirtikið málsøki.

Jacob Vestergaard sigur, at tað er ein sannroynd, at okkara grannalond hava økt virksemið á hesum økinum seinastu árini. 

Tað er tí vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slagi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

Les svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423