Bárður vil loyva kópaveiðu

Bárður vil loyva kópaveiðu
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, er til reiðar at geva loyvi at veiða kóp aftur, so leingi veiðan er burðardygg
 
11.09.2026 - 18:54

- Vit hava eina náttúrurverndarlóg, sum sigur tað, at vit skulu veiða kóp til dømis ella villinidjór yvirhøvur, so skulu vit gera tað á einum burðardyggum grundarlagi.

Tað segði Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi landsstýrismannin um støðuna hjá kópi og um skipað kópaveiða eigur at takast upp aftur.

Eitt uppskot um lóg um kópaveiðu varð lagt fyri Løgtingið í 2019, men fall. 

Bjarni Hammer vísti eisini á, at toskur er partur av føðini hjá kópi og spyr, hvussu kópur ávirkar føroyska fiskistovnin.

 

1831857

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423