PISA-kanningin: Eiga at taka ávaringar í álvara

PISA-kanningin: Eiga at taka ávaringar í álvara
Alt var ikki verri í skúlanum fyrr, tí dentur lagdur á at læra børnini at lurta og síðan endurgeva tað, tey høvdu hoyrt, sigur Lydiu Didriksen, fyrrverandi fólkaskúlalærari
Lydia Didriksen, sum í mong ár undirvisti í føroyskum á Fróðskaparsetrinum, var í Breddanum fyrrapartin um nýggjastu PISA-kanningina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2026 - 14:56

Vánaligu úrslitini í lesing í nýggju PISA-kanningini koma ikki óvart á Lydiu Didriksen, fyrrverandi fólkaskúlalærara, sum eisini í nógv ár var fastur undirvísari í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. 

Hon var í Breddanum fyrrapartin

Lydia Didriksen tekur undir við, at tey ungu ikki bara skulu metast eftir teirra førleikum at lesa og rokna og øðrum, sum tað ber til at máta og seta tal á. Men tað merkir ikki, at ávaringar ikki skulu takast í álvara. 

Í Breddanum var eisini samrøða við tríggjar skúlanæmingar, sum sjálvir ásannaðu, at PISA-úrslitið er ræðandi, og at enska málið er vorðið alt ov ráðandi millum tey ungu.

Lydia Didriksen tekur undir við, at enska málið er stóri syndarin, tí tað hava nógvar kanningar eisini víst..

Skulu tey ungu læra seg góðan føroyskan málburð, so er skúlin ikki tað fyrsta, sum rennur næmingunum í hug.

Soleiðis var tað eisini fyrr, tá tað var meira vanligt, at fólk prátaðu saman um alt, sum fyrifórst og var í gerandisdegnum, vísti Lydia Didriksen á.

Men alt var ikki verri í skúlanum fyrr, heldur hon. Millum annað bleiv dentur lagdur á at læra børnini at lurta og síðan endurgeva tað, tey høvdu hoyrt.

Hoyr innslag:

 

10092026_Kalsoyggin

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423