Fríkendur fyri at hava sett eld á alment vesi

Fríkendur fyri at hava sett eld á alment vesi
Ákæruvaldið prógvaði ikki, at tað var maðurin, sum var ákærdur, sum setti eld á, sigur rætturin
Maðurin, sum var ákærdur fyri at hava sett eld á vesið í Mylnugøtu í Havn, er frídømdur í Føroya rætti.
 
10.09.2026 - 08:34

Maðurin, sum var ákærdur fyri at hava sett eld á almenna vesið í Mylnugøtu í Havn, er frídømdur í  Føroya rætti.

Ákæruvaldið prógvaði ikki, at tað var maðurin, sum var ákærdur, sum setti eld á, sigur rætturin.

Ákæruvaldið kravdi níggja mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Og tryggingin kravdi eina millión og 250.000 kr.

 

Kanna møguleika at fara í Landsrættin

Ákæruvaldið fer nú at kanna, um tað skal fara í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti. 

Ein 70 ára gamal maður var ákærdur fyri eldásetingina seinnapartin 9. november 2024.

Sambært ákæruritinum festi hann í ein serviett, sum hann so tveitti í eina ruskspann inni í hølinum.

Maðurin noktaði seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423