Fleiri fáa kynssjúku

Fleiri fáa kynssjúku
Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og átta tilburðir av gonorre.
Flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. (Savnsmynd)
 
08.09.2026 - 11:26

Fleiri fáa kynssjúku, vísa nýggjastu tølini fyri smittutilburðir.

Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og átta tilburðir av gonorre. Hetta svarar til, at ávikavist 8,3 prosent og eitt prosent av kanningunum eru positivar. 

Hetta gevur ábendingar um, at tølini fyri 2026 kunnu gerast størri enn í fjør, tá prosentparturin av positivum kanningum var ávikavist 6,8 prosent fyri klamydia og 0,6 prosent fyri gonorre. 

 


(Mynd: Heilsustýrið)


Flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. 

Útvið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru kannaðar síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá monnum eru positivar.

Katrin Eivindardóttir Christiansen, fulltrúi í Heilsustýrinum, greiðir soleiðis frá gongdini seinnu árini:

 

08092026_Kynssjukur_1

 

Útvið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru kannaðar síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá monnum eru positivar:

 

08092026_Kynssjukur_2

 

Heilsustýrið mælir fólki til at verja seg og lata seg kanna, um tey hava illgruna um at vera smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423