Minni ferðsla í august

Minni ferðsla í august
Í øllum undirsjóvartunlunum uttan í Norðoyatunlinum var minni ferðsla í august enn í juli
Fleiri bilar brúktu Norðoyatunnilin í august enn í juli.
 
07.09.2026 - 06:02

Í øllum undirsjóvartunlunum uttan í Norðoyatunlinum var minni ferðsla í august enn í juli.

Í Sandoyartunlinum vóru 1257 bilar í miðal um samdøgrið í august.

Teir vóru 1403 í juli.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 6929 í august. Tað var 7077 í juli.

Í Vágatunlinum vóru 3808 akfør í miðal um samdøgrið í august. Tey vóru 4024 í juli.

Men í Norðoyatunlinum var talið størri í august.

Tað var 5349 og 4703 í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423