Dagføring: Koyrandi aftur millum Skála og Skálafjørð

Dagføring: Koyrandi aftur millum Skála og Skálafjørð
Oljuleki: Vegir stongdir frá Skála til Syðrugøtu. Ógreitt er, hvussu leingi vegirnir verða stongdir
 
04.09.2026 - 13:12

Dagføring frá politinum kl 15.00:

Vegastrekkið millum Skála og Skálafjørð er latið upp aftur fyri ferðslu.

Heitt verður á bilførarar um at koyra sera varliga á strekkinum. Um vegurin verður vátur aftur, kann tað gerast sera hált.

Vegastrekkið Skálafjørður-Skipaneskrossurin-Syðrugøta er framvegis stongt fyri allari ferðslu.

Væntandi verður sporið norðeftir frá Skipaneskrossinum til Syðrugøtu latið upp um ein tíma.

 

---

 

Politiið hevur fyri lítlari løtu síðani stongt vegin frá Skála til Skálafjørð, til Skipaneskrossin og víðari til Syðrugøtu.

Politiið boðar frá, at olja er komin á vegirnar, og at tað er sera hált at koyra á hesum vegastrekkjunum. Tí eru vegirnir stongdir.

Enn er ógreitt, hvussu leingi vegirnir verða stongdir.

Rúni Vesturklett, vaktleiðari hjá politiinum, greiðir soleiðis frá støðuni:

 

04092026_Runi_Vesturkeltt

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423