Eingin avgerð enn um apotek og heilsumiðstøð

Eingin avgerð enn um apotek og heilsumiðstøð
Landsstýrið hevur ikki enn avgjørt, um Suðuroyar apotek á Tvøroyri skal umvælast ella onnur høli skulu útvegast og, hvar heilsumiðstøðin í Suðuroynni skal vera
Avgerð er ikki tikin enn um framtíðina hjá apotekinum á Tvøroyri.
 
04.09.2026 - 06:26

Landsstýrið hevur ikki enn avgjørt, um Suðuroyar apotek á Tvøroyri skal umvælast ella onnur høli skulu útvegast og, hvar heilsumiðstøðin í Suðuroynni skal vera.

Heilsu- og Orkumálaráðið hevur fyri stuttum fingið svar frá kommununum í Suðuroynni um heilsumiðstøðin í Vági skal útbyggjast ella nýggj heilsumiðstøð skal byggjast.

Svarini vera nú viðgjørd.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Í sambandi við viðgerðina verður støða eisini tikin um Suðuroyar apotek, sigur landsstýriskvinnan.

Talan hevur verið um at hava tvær heilsumiðstøðir í Suðuroynni.

Men kommunur í sunnaru helvt í Suðuroynni og læknar vilja hava eina miðstøð fyri alla oynna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342