Thor og Hanna vunnu á føroyameistarunum

Thor og Hanna vunnu á føroyameistarunum
Thor við Hannu S. Petersen tóku føroyameistararnar Ásu Bárðardóttir og ryssuna Silfá, tá síðsta FM-kappingin í tvíspori var í Vágum um vikuskiftið
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
30.08.2026 - 20:06

Ása Bárðardóttir og ryssan Silfá tryggjaðu sær føroyameistaraheitið í fjórðu FM-kappingini í tvíspori, men máttu lúta fyri Thor og Hannu S. Petersen í seinastu kappingini um vikuskiftið.

Munurin var lítil á breytini hjá Vága Ríðingarfelag. Vinnaratíðin var 18,74 og meistararnir komu um mállinjuna við tíðini 18,82, skrivar Ríðisamband Føroya.

Kapping var um FM-silvuri, og tí fóru Sproti og Helena D. Nielsen avstað við við 17 stigum, meðan Bragi og Barbara R. Mouritsen fingu bronsuna við 16 stigum.

Í tvíspori fyri ung gjørdist Kiljan við Simonu Tornby á baki greiður føroyameistari við heili 30 stigum. Á degnum vóru tað tó Stormur og Eyðbjørg Ólavsdóttir sum sera tepurt vunnu á Báruni við Eyðdis H. Djuhuus á baki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423