Føroyingar stuðla ótrúliga væl

Føroyingar stuðla ótrúliga væl
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
Tórður Mikkelsen
Mynd: - Tað er rørandi at síggja hvussu stóran stuðul Logos Hope fær úr Føroyum, sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari í OM í Føroyum  
 
28.08.2026 - 15:25

Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr Føroyum.

 

- Tað er rørandi hvussu stóran stuðul vit fáa. Vit fáa beinleiðis fíggjarligan stuðul úr Føroyum, serliga í sambandi við oljuna, og harafturat tekur eingin pengar fyri nakra veiting vit fáa meðan vit eru her. Eftir móttøkuna á vestaru bryggju komu 50 fólk - bæði maskinmenn, elektrikarar og handverkarar av ymsum slag, umborð og fóru niður í maskinrúmið at gera ymsar umvælingar meðan skipið er her. Alt er sjálvboðið.

 

Margareth hevur hoyrt frá fleiri, at tað er serliga spennandi at arbeiða niðri í maskinrúminum á Logos Hope, tí har er alt so gamalt. Tú kanst røra við tingini og merkja at tú gert mun.

 

Logos Hope liggur á Havnini og verður opið fyri fólki til mikudagin, og so verður farið til Klaksvíkar.  Í báðum støðum verður skipað fyri rundvísing bæði fyri almenninginum og fyri skúlaflokkum.

 

Her hevur tú møguleika at hoyra samrøðuna við Margareth í Summarmorgni.

1829189

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342