Silfá og Ása tryggjaðu sær føroyameistaraheitið

Silfá og Ása tryggjaðu sær føroyameistaraheitið
Við sigri í næstseinastu kappingini í tvíspori, sum var í Havnardali, tryggjaði Ása Bárðardóttir á Silfá sær føroyameistaraheitið í tvíspori fyri vaksin
Ása Bárðardóttir og Silfá vunnu fjórðu FM-kappingina í tvíspori í Havnardali og tryggjaðu sær meistaraheitið
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
17.08.2026 - 18:22

Ása Bárðardóttir og Silfá vunnu næstseinastu FM-kappingina í tvíspori fyri vaksin, og tryggjaðu sær samstundis føroyameistaraheitið, nú bert fimta kappingin er eftir at ríða.

Silfá við Ásu Bárðardóttir á baki kom um mállinjuna í Havnardali við múlanum frammanfyri Braga við Barbaru Reynheim Mouritsen. Vinnaratíðin var 30,29, meðan silvurvinnararnir komu á mál bert 0,22 sekund seinni.

Nummar trý var Thor við Hannu Sigtórsdóttir Petersen á baki.

Kambur við Brynju Lützen á baki vann tvíspor fyri ung. Kiljan og Simona Tornby endaðu nummar tvey, men tey hava somikið nógv stig samanlagt, at tey ikki kunnu takast í FM-kappingini.

Í næstbesta flokki hjá teimum vaksnu komu Spirit og Drós Andriasardóttir fremst á mál, Brúni við Jóannesi Debes á baki vann skeiðið og Brynjar og Regin Johannesen vunnu tøltið.

Seinasta kappríðingin í hesum kappingarárinum verður í Vágum leygardagin 29. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572