KÍ fekk alneyðug stig í gýsara ímóti AB

KÍ fekk alneyðug stig í gýsara ímóti AB
Við málið til 4-3 í yvirtíðini frá innskifta Jonn Johannesen tryggjaði KÍ sær sigurin á AB og trý alneyðug stig í oddastíðnum í Meistaradeildini
Magnus Powell og KÍ fingu trý alneyðug stig í oddastríðnum við sigri á AB, men tað reið um snarið
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
17.08.2026 - 21:05

Tað sá ikki gott út hjá KÍ, tá Brian Jakobsen legði AB framum 3-2, tá bert 13 minuttir vóru eftir inni í Vika á Argjum, men tveir innskiftir spælarar fingu vent øllum síðstu løtuna.

Dávid Reynheim kom inn fyri Páll Klettskarð beint eftir seina leiðslumálið hjá heimaliðnum, og ungi framherjin javnaði fimm minuttir seinni. Langt inni í yvirtíðini avgjørdi Jonn Johannesen, sum eisini var komin av beinkinum eftir steðgin.

Tepri sigurin gav KÍ trý alneyðug stig í oddastríðnum í Meistaradeildini. Klaksvíkingar eru trý stig aftanfyri NSÍ, sum vitjar við Djúpumýru í oddabraki næsta sunnudag.

 

Aftur og fram

Erlend Hustad og Páll Klettskarð góvu KÍ tvey máls leiðslu, áðrenn Bjarki Nielsen minkaði um munin fyri steðgin.

Miðskeiðis í seinni hálvleiki javnaði Obule Sunday Moses, áðrenn Brian Jakobsen legði heimaliðið á framum í 77. minutti - áðrenn Dávid Reynheim og Jonn Johannesen bjargaðu føroyameistaranum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136