Hallur Hansson framvegis tríggjar dystir leikbann

Hallur Hansson framvegis tríggjar dystir leikbann
KÍ kærdi avgerðina hjá FSF og bað um styttri leikbann, men Aga- og etiskanevndin hevur staðfest revsingina
 
07.08.2026 - 19:28

Hallur Hansson skal framvegis sita tríggjar dystir uttanfyri.

Tað er greitt, eftir at Aga- og etiskanevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt kæruna frá KÍ og staðfest avgerðina hjá aðalumsitingini hjá FSF.

Hallur Hansson fekk leikbann fyri at hava sparkað ein NSÍ-spælara, meðan bólturin var í spæli aðrastaðni á vøllinum. Hendingin varð ikki sædd av dómaranum undir dystinum, men varð viðgjørd eftirfylgjandi við støði í dómarafrágreiðing og videoupptøkum.

KÍ kærdi avgerðina og helt, at revsingin átti at verið tvey dystir heldur enn tríggir. Felagið vísti á, at hendingin var ein reaktión eftir eina takkling, og at NSÍ-spælarin ikki fekk nakran skaða.

Aga- og etiskanevndin metti tó, at talan var um grovt brot, og at revsingin samsvarar við vegleiðingina hjá FSF.

Avgerðin er endalig og kann ikki kærast víðari til Yvirkærunevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136