Gingu upp á Bandero

Gingu upp á Bandero
Íslendska vaktar- og bjargingartæntastan hevur tikið skipið hjá Paul Watson, Bandero
Bandero er nú á veg til Reykjavíkar.
 
31.07.2026 - 06:41

Íslendska vaktar- og bjargingartæntastan hevur tikið skipið hjá Paul Watson, Bandero.

Tað hendi í gjárkvøldið, tá servand deild hjá politinum fór við tyrlu umborð á Bandero.

Og servand deild hjá vaktar- og bjargingartænastuni fór við bátum til Bandero.

Skiparin var handtikin. 

Bandero siglir nú til Reykjavíkar, hagar skipið kemur í kvøld.

Skipið var tikið eftir at tað nærkaðist øðrum  hvalabátinum og royndi at forða honum.

Eitt skifti ljóðaði, at Bandero hevði siglt á hvalabátin.

Men tað er tó ikki sannlíkt.

Bað um  hjáp

Hvalabáturin, Hvalur 9, bað um hjálp. Manningin kendi seg ikki trygga.

Vaktar- og bjargingartænastan bað oftari enn eina ferð Bandero um at fara úr íslendskum sjógvi, út um 12 fjórðinga markið.

Men tað vildi Bandero ikki.

Skipið vildi heldur ikki stegða motorinum, tá tað fekk boð um tað, sigur vaktar- og bjargingartænastan. 

Einki verður sagt um, um Paul Watson sjálvur er umborð á Bandero.

Higartil í summar hava íslendsku hvalabátarnir skotið 29 nebbafiskar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136