Vinnuhúsið vil hava lendisætlan fyri Føroyar

Vinnuhúsið vil hava lendisætlan fyri Føroyar
Føroyska náttúran má skrásetast betur, og gjørd eigur at verða ein lendisætlan fyri Føroyar, siga Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súsanna Berg, ráðgevi
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, varð spurdur, um Vinnuhúsið tekur undir við, at ein serstøk lóg um árinsmetingar verður sett í gildi í Føroyum, eins og nevnt varð í 1. sending av "Oyggjar undir trýsti"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.07.2026 - 13:00

Vinnufyritøkur spyrja javnan Vinnuhúsið, hvussu upplýsingar kunnu fáast til vega um lívmargfeldið í náttúruni, men trupult er at fáa tær til vega, tí føroyska náttúran er ikki skrásett til fulnar.  

Hetta segði Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum, í 3. parti í útvarpsrøðini "Oyggjar undir trýsti".  

Niels Winther, stjóri, nevndi, at ein lendisætlan eigur at verða gjørd fyri Føroyar, so greitt verður, hvørji náttúruøkir kunnu takast til útbyggingar, og hvørji skulu verjast. 

- Tað føroyska lívmargfeldið er ikki nóg væl kortlagt. Um vit høvdu eina skráseting, har allar upplýsingar funnust, var lættari hjá fyritøkum at ansa eftir serligari náttúru, søgdu tey bæði.  

Planlóg og lendisætlan 

Niels Winther varð spurdur, um Vinnuhúsið tekur undir við, at ein serstøk lóg um árinsmetingar verður sett í gildi í Føroyum, eins og nevnt varð í 1. sending.  

Hann svaraði, at fyrst má ein fullfíggjað náttúruskráseting fyriliggja. Síðan kann gerast av, nær árinsmetingar skulu gerast í sambandi við verkætlanir.  

- Vinnuhúsið heldur, at alt, sum vit gera, skal vera burðardygt í longdini, so Føroyar eisini um 50 og 100 ár verða eitt land, sum vit øll hava hug at liva í, segði Niels Winther. 

Hann mælti til, at Føroyar fáa eina lendisætlan og eina planlóg, sum yvirskipað ásetir, hvar virksemi kann vera, og hvar náttúra skal verjast. 

- Vit síggja, at tað ber til at hava planlógir í londum, sum hava nógv fleiri kommunur enn Føroyar, so tað eigur eisini at bera til hjá okkum, segði hann. 

 

Hvat áseta planlógir 

Ein planlóg er ein lóg um planlegging fyri alt landið.  

Fremst í teirri donsku stendur, at endamálið við henni er ”at tryggja samanhangandi planlegging, sum sameinir samfelagslig áhugamál í sambandi við lendisnýtslu, virkar fyri at verja náttúru og umhvørvi og skapar góðar karmar fyri vøkstri og menning í øllum landinum.” 

Hetta skal sambært lógini gerast, so samfelagsmenningin kann fara fram á burðardyggum grundarlagi við virðing fyri menniskjans livikorum, djóra- og plantulívi og øktari búskaparligari vælferð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558