- Eldurin byrjaði helst av einum óhappi

- Eldurin byrjaði helst av einum óhappi
- Eldurin í Drammen í Norra byrjaði helst av einum óhappi ella við at tað festi í av sær sjálvum
Fleiri enn hundrað hús og íbúðir eru brunnin í grund
Mynd: Trond R. Teigen, NTB, AP  
 
19.07.2026 - 16:21

Tað skrivar Drammens Tidende, sum hevur upplýsingarnar frá politiinum.

Eingin er undir illgruna ella ákærdur fyri nakað ólógligt.

 

Størsti eldur í hundrað ár

Stóreldurin í Krokstadelva í Drammen í Norra hevur gjørt, at 400 fólk eru flutt burtur. Fleiri enn hundrað hús ella íbúðir eru brend. Hetta er helst størsti eldur í Norra í meir enn eina øld.

Boðað var frá eldi fríggjadagin klokkan hálgun fýra í einum raðhúsi. Síðani breiddi eldurin seg til fleiri raðhús og onnur hús í økinum.

Boðað er ikki frá, at nakar er saknaður.

Tvey fólk eru farin á sjúkrahús við roykskaða. 

Tað er komið fram at millum annað sløkkiliðsleiðarin í økinum hevur mist síni hús, tí tey eru brunnin í grund.

 

Á gistingarhúsum

Hóast eldurin nú er mest sum sløktur, er ikki heilt tamarhald á eldinum. Sløkkiliðini spula enn, og seks tyrlur eru í økinum og stoyta vatn útyvir. 

Politiið hevur byrt økið av, og fólk sleppa ikki til síni egnu heim. Tey hava gist á gistingarhúsum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558